Eingin at hitta

Í fiskimálaráðnum er ringt at fáa orð á fólk, sum kunnu siga nakað um fiskiloyvini hjá Skørini og Jógvani S

Fiskiloyvi

Hvørki landsstýrismaurin við fiskivinnumálum ella embætisfólk, sum varða av fiskiloyvum í Fiskimálaráðnum, hava verið at hitt, tá roynt hevur verið at fingið orð á tey frá mánmorgni, til blaðið fór til prentingar týsdag. Menn eru á fundi, verður svarað, og hóast boð eru løgd við ynski um at fáa tey at seta seg í samband við blaðið, frættist heldur einki.
Biðið er um alment innlit í skjølini, sum hava við málið um fiskloyvið hjá Jógvani S at gera, men sambært lóg um alment innlit kunnu ganga upp til 10d agar, til Fiskimálaráðið hevur skyldu at svara umsóknini tíansheldur útflýggja skjølini.
Bæði frá fólki í fiskivinnuni og frá politikarum verður áhaldandi sagt, at málið um fiskiloyvið hjá Jógvani S er ikki so einfalt, at tað bara snýr seg um Jógvan S og tey bæði skipini, sum hann hevur fingið fiskiloyvi frá.
Sagt verður, at annað av teimum skipunum, Skørin, skal brúkast aftur við øðrum loyvi. Og her er rættiliga talan um øking av veiðitrýstinum, sambært vinnufólki og politikarum.
Tí ætlaði Sosialurin at seta landsstýrismanninum við fiskivinnumálum hesar spurningar:

1)Er tað rætt, at útróðrarbáturin Leitið (19,76 BT) av Viðareiði skal lata línuskipinum Skørini (80,05 BT) úr Klaksvík veiðiloyvi sítt?

2)Er tað rætt, at línubáturin Skørin út Klaksvík síðani skal fáa snellukvotuna hjá trolbátinum Gáshøvda av Viðareiði, sum hesin fekk við, tá hann í fyrru helvt av nítiárunum varð keyptur til Viðareiðis og síðan hevur varðveitt og selt ár um ár til snellubátarnar, sum royna eftir upsa undir Íslandi, meðan Gáshøvdi øll árini sjálvur hevur trolað undir Føroyum?
Leitið og Gáshøvdi hava sama útgerðarmann.

3) Er tað rætt, at gamli Stapin, sum saman við Skørini misti veiðiloyvi, tá nýggjur Stapi varð keyptur, skal inn aftur í fiskiflotan fyri útróðrarbátin Gullborg (ex. J.C. Svabo) og sostatt økja veiðitrýstið munandi, umframt at hann so verður fimta stállínuskipið yvir 110 tons, sum fiskar av útróðrardøgum uttan fyri seks fjørðingar?