Ætlanin var annars at hetta skuldi verið byrjað – og helst liðugt eisini. Ringa veðrið seinastu tíðina hevur tó forðað hesum, eins og trupulleikin við at fáa skip at føra asfaltið suður..
Fyri at fáa greiðu á málinum, setti tingmaðurin Henrik Old fyrispurning til innlendismálaráðharran um hetta. Og svarið var púra greitt:
- Arbeiðið við at asfaltera vegastrekkið er útsett til tíðliga næsta ár, svaraði Kári P. Højgaard.