Eingin Arnold

Í sambandi við aðalfundin hjá ST í New York skipaðu stjórnirnar í Danmark, Póllandi, Indonesia og Kenya fyri einum borðhaldi fyri fólki, sum hava verið virkin í arbeiðinum at tálma veðurlagsbroytingunum. Millum tey innbodnu var guvernørurin í Kalifornia, Arnold Schwarzenegger, og hann skuldi sita undir liðini á Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra. Men Arnold kom ikki, og tískil stóð stólur hansara tómur undir borðhaldinum. Millum teirra, sum komu, og sum hildu røðu við borðið, var fyrrverandi amerikanski varaforsetin Al Gore.