Eingin annar uttan fíggjarmálaráðharrin uppfinnur trupulleikar

Í grein í miðlunum í gjár, undir heitinum “Heðin Mortensen uppfinnur ein trupulleika” leggur fíggjarmálaráðharrin eftir borgarstjóranum í Tórshavnar Kommunu, tí hesin finst at ætlanunum hjá landsstýrismanninum um enn einaferð at avmarkað fíggjarliga sjálvræði kommunurnar.
Kommunurnar í Kommunusamskipan Føroya eru hinvegin á einum máli um, at tann einasti, sum sær trupulleikar, har eingir trupulleikar eru, er sjálvur fíggjarmálaráðharrin.

Hvar liggur trupulleikin?
Síðani verandi kommunustýrislóg var sett í gildið fyri skjótt 11 árum síðani hava allar kommunur, ið skylda omanfyri eina álíkning, ikki kunna tikið lán ella broytt lánitreytir uttan við góðkenning frá landsstýrismanninum. Somuleiðis hevur landsstýrismaðurin havt heimild til at krevja broytingar í fíggjarætlanunum hjá hesum kommunum. Í 2011 verða helst bara 3 ella 4 av teimum 30 kommununum í landinum sum fara at hava omanfyri eina álíkning í skuld. Samlaða undirskotið fyri kommunala geiran í 2011 verður mett at liggja um 50 mió. kr. Hetta undirskotið skal setast í mun til eina skattainntøku fyri kommunala geiran á umleið 1,3 mia. kr. Undirskotið kemur fyrst og fremst av, at kommunur, ið eru væl fyri, hava tikið lán til stórar íløgur í skúlar og røktarheim. Skuldartyngdu kommunurnar fáast hinvegin fyrst og fremst við at gjalda skuld niður.

Samstundis hava vit eina løgtingsfíggjarlóg, ið hevur eitt undirskot á omanfyri ein hálva mia. kr.

Kommunurnar kunnu við røttum spyrja, hvar heldur fíggjarmálaráðharrin at veruligi trupulleikin liggur?

At finna trupulleikar har eingir trupulleikar eru
Higartil hava allir partar tikið undir við, og í felag arbeitt útfrá ásetingini um, at kommunurnar skulu halda seg innan fyri eina álíkning í nettoskuld. Men fíggjarmálaráðharrin ynskir størri ræði á kommununum. Hann ynskir at broyta kommunustýrislógina soleiðis, at nú skulu avmarkingar eisini setast í mun til bruttoskuldina í kommununum. Nú inntøkurnar aftur vaksa hjá kommununum, óttast fíggjarmálaráðharrin at gjaldføri í skuldartyngdu kommununum gerst ov gott, og hann vil tí tryggja sær, at hvør króna fer til at gjalda niður skuld. Hann vil binda um heilan fingur, hann vil tryggja sær eftirlit við hvørjari flyting, sum fer fram í kommununum. Hetta er sambært fíggjarmálaráðharranum serliga átrokandi nú komandi ár verður valár í kommununum, og hann sær vanda í at kommunurnar aftur fara at taka størri lán, enn ráðiligt er.

Manglandi virðingin fyri kommununum er eyðsýnd, og hóast fíggjarliga gongdin í kommunala geiranum hevur verið góð seinastu árini, so ivast fíggjarmálaráðharrin ikki í, at trupulleikar eru at finna. Finnur hann teir ikki, so má eftirlitið herðast, hetta tykist verða einasta loysnin.

Kommunurnar kunna við røttum spyrja, eru ikki aðrir og meira sjónskir trupulleikar, sum Fíggjarmálaráðið kundi raðfest hægri.

Veruligi trupulleikin hjá kommununum.
Veruligi trupulleikin hjá kommununum er manglandi álitið og virðingin fyri kommunala fólkaræðinum, ið Fíggjarmálaráðið sýnir.

Reglur og eftirlit frá sentralari síðu eru í ferð við at máa støði undan lokalum fólkaræði. Kommunurnar eiga ikki verða fyrisitarar fyri sentralar myndugleikar, so kunna vit eins væl avtaka kommunurnar. Kommunurnar skulu hava karmar, ið tær frælst kunna virka innanfyri. Bert undir hesum umstøðum fáa vit eitt vælvirkandi og virkisført lokalt fólkaræði.

Hetta málið er enn eitt týðuligt dømi um, hvussu langt landsstýrið vil fara fyri at sleppa at stýra kommununum niður í smálutir. Fyri at leita eftir trupulleikum, ið ikki eru til, vil fíggjarmálaráðið fara so langt, sum at broyta sjálva kommunustýrislógina. Kommunustýrislógin er ikki at javnmeta við aðrar lógir. Kommunustýrislógin er sjálvt grundarlagið undir kommunala fólkaræðinum og virksemi kommununnar annars. Kommunustýrislógin er í veruleikanum stýrisskipanarlógin fyri kommunala geiran, og tískil ein lóg, sum ikki eigur at verða broytt í tíð og ótíð, og als ikki fyri bert at loysa nakrar íspunnar trupulleikar.

Kommunusamskipan Føroya vil tí heita á Fíggjarmálaráðið, um at taka aftur uppskoti til broytingar í kommunustýrislógini og heldur nýta arbeiðsorku sína til at loysa veruligu trupulleikarnar í búskapi okkara.