Fremad Amager stóð fyri einum ordans avriki í donsku 1. deild í gjár. Felagið, har Andrew av Fløtum er ein av spælarunum, spældi á heimavølli ímóti Lolland Falster Alliancen (LFA), og tað gekk illa í hond stóran part av dystinum. LFA kom á odda 2-0 í fyrra hálvleiki, og so sá einki út hjá Fremad Amager. Men felagið hjá Andrew gjørdi eitt rimmar comeback, tí frá 55. minutti og 13 minuttir fram skoraði teir tríggjar ferðir. Dysturin endaði tí 3-2 til Fremad Amager. Andrew av Fløtum, sum hevur skaða at dragast við, var ikki á vøllinum í hesum dystinum.









