Eingin almenn kapping móti privatum

Um tað er ætlanin hjá Rósu Samuelsen at stovna almenna ergoterapi fyri harvið at taka grundarlagið undan dýrtkeyptari privatari servitan, so verður tað uttan stuðul frá Fólkaflokkinum

Vit hava í dag eina væl virkandi privata ergoterapeut fyritøkur, sum í góðum samstarvi við tað almenna eisini tekur sær av teimum uppgávum, sum umvegis lækna og Almannastovuna verða ávístar teimum.
Men meðan trendurin um allan heim gongur móti privatiseringum av almennum stovnum, tykist gongdin í Føroyum at vera júst hon øvugta. Her setur tað almenna nýggj virkisøki í gongd at kappast móti verandi privatum fyritøkum.
Hetta eru fyritøkur, sum gjøgnum tung og stríggin byrjunarár hava upparbeitt sær eina servitan á økinum, og so fer tað almenna inn í kappingina móti teimum privatu við øllum landskassanum í rygginum.
Summar av hesum fyritøkum hava bygt sítt virksemi upp uppá at nøkta ein tørv, sum tað almenna hevur, og tá landið so knappliga fer at seta sítt egna á stovn í kapping við tað privata merkir hetta, at ikki bert tann servitan, sum hesar fyritøkur hava upparbeitt gjøgnum árini í ringasta føri fer fyri skjeyti, men eisini øll tey sertól, sum eru neyðug í eitt nú ergoterapi viðgerð, og sum fyritøkur hava gjørt íløgur í, knappliga standa óvirknar.
Privatir ergoterapeutar viðgera í dag eini hundrað børn um vikuna, og er hetta ein týðandi partur av teirra virkisgrundarlagi. Tað kom tí sum ein hvøkkur, ikki bert hjá okkum politikarum, men so sanniliga eisini hjá privatu ergoterapeutunum, tá Rósa Samuelsen á Tingsins røðarapalli mikudagin boðaði frá, at hon hevði í kvittanum, at seta á stovn almenna egroterapi.
”If it ain’t broke – don’t fix it” verður sagt. Og eg fari at siga tað sama við Rósu Samuelsen.
Fólkaflokkurin hevur til alla tíð staðið sum hornasteinurin undir privata fyritaksseminum, og tað plagdi eisini at vera ein grundhugsjón hjá Sambandinum. Og sjálvt um sæð verður burtur frá hesum, gevur tað als onga meining at fara undir at byggja ein nýggjan almennan stovn upp, tá vit longu framman undan hava servitanina innan økið í privata sektorinum.
So míni ráð til Rósu Samuelsen eru, at lata vera við at pilka við nakað, sum virkar. Tí tað verður eingin almenn kapping sett á stovn móti tí privata við Fólkafloksins hjálp. Verður tikið um endan í onkrum av tí, sum ikki virkar nøktandi innan títt málsøki, so skulu vit nokk taka lógvatak saman við tær.