Tað verður eingin aling á Sandsvág í ár. Tað er greitt, eftir at Marine Harvest Føroyar, sum hevur royndaraliring liggjandi á Sandsvág, hevur gjørt av at brúka ein vetur aftrat til sínar royndir.
Um alt gekk skjótt og væl, var ætlanin hjá alifelagnum at seta 390.000 smolt út í seks aliringar á Sandsvág seinni í vár, men sum skilst, er ætlanin nú at gera royndir ein vetur aftrat, áðrenn fiskur verður settur út.
Hjá Marine Harvest Føroyar eru tey rættiliga spent upp á avbjóðingina og møguleikarnar á Sandsvág, og vónirnar eru góðar um, at felagið her fær eitt gott aliøki.
Tá tøkan hjá Marine Harvest Føroyar byrjar aftur í oktober, er væntandi, at felagið fer at taka umleið 50 tons av laksi um dagin - ella umleið 250 tons um vikuna - og væntandi er, at tøkan fer at halda fram og hanga saman til einaferð út á summarið 2016.
Samlaða nøgdin av laksi hjá Marine Harvest Føroyar hevur ligið um 6.000 tons um árið, men málið er at koma upp á eini 7.000 ella 8.000 tons, tá framleiðslan, sum væntandi verður á Sandsvág, er íroknað.
Myndin av royndaraliringinum á Sandsvág er tikin í illveðri í vetur, tá hart leikaði á - ikki bara á Sandsvág - men nógvastaðni kring landið.









