Eingin áhugi at byggja hetta slagið av íbúðum í Havn

– Men býráðið fer væntandi at royna aftur seinni í ár

 

 

 

Fyrr í ár lýsti Tórshavnar býráð eitt grundstykki við Villingardalsvegin til sølu til bústaðarbygging. Men tað gekk ikki sum ætlað, tí eingin áhugi yvirhøvur var fyri at byggja. Táið freistin at lata tilboð inn var farin tann 1. septembur, var nevniliga einki tilboð innkomið.

 

Talan var um eitt stykki upp á 22.000 fermetrar og kravið var, at bústaðirnir skuldu gerast sum lutaíbúðir.

 

Sostatt eigur kommunan framvegis stykkini. Býráðið sigur, at endamálið er framvegis at hava meiri fjølbroytta bústaðarbygging og at hava fleiri sløg av íbúðum. Tískil fara tey væntandi at gera eina roynd við at bjóða grundstykkið út aftur seinni í ár.