Eingin Adela

Eitt av sterkastu vápnunum hjá besta kvinnuliðnum hjá StÍF seinasta árini hevur verið rumenski málmaðurin, Adela Burcea. Hon hevur í fleiri dystum staðið fram úr væl hjá StÍF, men komandi kappingarár verður eingin Adela í málinum. Adela er farin at spæla við Tjaldrið, og í staðin fyri hana hevur StÍF fingið tveir ungar málmenn úr Danmark. Talan er um Eline Larsen og Line Pluzek, sum sostatt skulu kappast um plássið í málinum.