Eingin aðalskrivari

Torført er at fáa at vita, hvussu gongst hjá Javnaðarflokkinum at seta aðalskrivara. Hann skuldi byrja 1. januar Javnaðarflokkurin hevur sett sær fyri at fáa ein greiðan og einfaldan boðskap út til fólkið.

Tað segði floksformaðurin Jóannes Eidesgaard á landsfundi floksins í Trongisvági í november.

- Vit hava við ljós og lykt leitað eftir einum fólki,

sum við góðari fakligari og politiskari bakgrund kann taka sær av tí

praktiska partinum. Nú er líkt til, at hetta fer at eydnast. Javnaðarflokkurin fer frá 1. januar 2011 at seta í starv ein aðalskrivara, segði Jóannes Eidesgaard.

Nøkur nøvn hava verið uppi og vent, men sum skilst er framvegis eingin aðalskrivari enn settur í starv. Floksskrivstovan veit ikki um nakra starvssetan, John Johannesen, formaður í tingbólkinum heldur ikki. Jóannes Eidesgaard, floksformaður hevur ikki verið at hitt seinastu dagarnar.