Tað eru ongar samráðingar um sildakvotuna millum ES, Føroyar og strandalondini. Tað skrivar Norðlýsið á heimasíðu sínari.
ES bíðar framvegis eftir einum konkretum útspælið úr Føroyum. Nógv brævasamskiftið hevur verið ímillum landsstýrið og Mariu Damanaki, fiskivinnukommisser, og so seint sum í fyrradagin sendi landsstýrið tvey brøv til ES mynduleikar, og boðaði enn einaferð frá, at Føroyar eru sinnaðar at samráðast.
Annað brævið sendi Kaj Leo Johannesen, løgmaður, til formannin í ES nevndini, José Manuel Barroso. Og hitt sendi Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, til Mariu Damanaki.
Norðlýsið skrivar, at tann 11. juli ynskti ES, at Føroyar tóku upp samband við formanslandi í strandalanda bólkinum og komu við einum konkretum boði um semju.
-Men hóast fleiri brøv eru móttikin síðani eru Føroyar ikki komin við uppskoti um semju sum strandalondini kundu farið til samráðingar um. Og tí er einki nýtt at frætta og um mánaðarskiftið verður greitt hvat fyri handilsforðingar talan verður um. Vit hava fleiri ferðir fingið at vita at Føroyar ynskja at samráðast men hóast vit í brævið tann 11. Juli gjørdu greitt hvat skal til fyri at samráðingar kunnu verða so er sum sagt enn einki konkret uppskot komið úr Føroyum, var sagt av embætisfólki á skristovuni hjá Mariu Damanaki.










