Eingi tiltøk móti Russlandi

Tað er avmarkað, hvat lítlu Føroyar kunnu gera við støðuna í Ukraina, heldur formaðurin í Uttanlandsnevndini

 

 

Jákup Mikkelsen, formaður í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, sigur, at uttanlandsnevndin sjálvandi fylgir væl við í gongdini, sum er í Ukraina.

 

Hann sigur, at uttanlandsnevndin av sínum eintingum ikki kann taka slíkt mál upp, men hann roknar við, at tey fáa eina neyva kunning frá løgmanni, so títt og knapt, sum hann fær kunning úr Danmark.

 

Hinvegin sigur Jákup Mikkelsen, at hann ikki sær nakra orsøk til, at Føroyar fara at seta í verk tiltøk ímóti Russlandi, soleiðis sum eitt nú fyrrverandi formaðurin í Uttanlandsnevndini, Hergeir Nielsen, hevur ført fram.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra tað, sum Jákup Mikkelsen segði við Rás2 fyrr í dag.