Eingi tekn eru um at vøksturin fer at hæsa av

Fólkatalið í Føroyum veksur og ongar ábendingar eru um, at gongdin fer at venda

Fólkatalið í Føroyum veksur alsamt. Tað staðfestir Hagstovan í eini nýggjari uppgerð

 

Tann fyrsta september búðu sostatt 50.318 fólk í Føroyum, og tað eru 750 fólk, ella 1,5 prosent fleiri enn fyri einum ári síðani.

 

Hagstovan sigur, at Ein tann fremsta orsøkin til vøksturin er, at nettotilflytingin er so stór, tað vil siga, at tað flyta so nógv fleiri fólk til Føroya enn tað flyta úr Føroyum. Hetta seinasta árið var nettotilflytingin 479 fólk. Hetta seinasta árið eru 1136 fólk flutt av landinum, og so fá hava tey ikki verið síðani í 1980.

 

Men verður fráflytingin sett upp ímóti fólkatalinum, hevur hon ongantíð verið so lítið sum nú síðani teljingin byrjaði í 1970.

 

 Men vit hava eisini eitt stórt burðaravlop, tað merkir, at fleiri børn verða fødd enn fólk doyggja og hetta seinasta árið var burðaravlopið 271 børn.

 

– Nettotilflytingin hevur ongantíð verið størri, uttan í 2001, tá ið fleiri fluttu heimaftur aftaná stóru kreppuna fyrru helvt í nítiárunum. Samstundis hevur fólkavøksturin ongantíð verið størri enn hann er nú, uttan í 2000 og 2001.

 

Men Hagstovan staðfestir somuleiðis, at ongar ábendingar eru um, at vøksturin fer at hæsa av

 

– Seinastu trý árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur og enn er onki, ið bendir á, at ferðin í fólkavøkstrinum er við at hæsa av, sigur Hagstovan.

 

Nú er fólkatalið komið upp á 50.318 fólk, hóast august er farið afturum, tí august er tann stóri fráflytimánaðurin, tí tá fara tey ungur av landinum at lesa. Tí væntar Hagstovan, at vøksturin fer at halda fram mánaðirnar líka til næsta heyst.