Ein bretsk kanning, sum er almannakunngjørd í vikuni, vísir, at vandin fyri endursmittu, tá tú hevur havt omikron, er rættiliga stórur, eins og frábrigdið ikki hevur víst seg at vera linari enn delta-frábrigdið.
Kanningin, sum Imperial College London hevur gjørt, byggir á hagtøl hjá UK Health Security Agency og National Health Services.
Reuters skrivar, at grundarlagið undir kanningini eru persónar, sum eru staðfestir positivir í Onglandi í døgunum millum 29. november og 11. desember.
- Vit finna eingi prógv fyri, at smitta við omikron ikki kann gerast eins álvarslig og smitta við delta-frábrigdinum - við sjúkueyðkennum og innleggingum.
Dentur verður tó lagdur á, at talgrundarlagið undir kanningini fyri innleggingum er ógvuliga avmarkað.
- Kanningin er enn ein týðilig ábending um, at omikron í stóran mun stýrir uttan um verjuna, sum fólk hava, tá tey hava havt koronu og eisini stýrir uttan um koppsetingina, sigur professarin, Neil Ferguson, sum stóð fyri kanningini.