Í dag hevur Russland hildið upp á, at fleiri enn 600 ukrainskir hermenn eru deyðir í rakettálopum móti býnum, Kramatorsk, har eysturi í Ukraina.
Tíðindastovan Reuters sigur hinvegin, at eingi tekin eru til, at deyð ella løstað eru í økjunum, sum Russland sigur seg hava rakt við rakettum.
Russiska verjumálaráðið sigur seg hava lopið á fleiri bygningar, sum hýstu ukrainskum hermonnum í Kramatorsk síðstu nátt.
Verjumálaráðið sigur, at álopini vóru hevnd fyri ukrainsku álopini nýggjársdag, tá í minsta lagi 89 russiskir hermenn lótu lív.
Á hinari síðuni siga ukrainskir myndugleikar, at fleiri hundrað russiskir hermenn lótu lív í álopinum nýggjársdag.
Reuters, sum hevur tíðindafólk í Kramatorsk, veit at siga, at eingi tekin eru um deyðar ukrainskar hermenn eftir russisku álopini síðstu nátt.