Eingi tekin frá pørtunum

Semingsmaðurin metir ikki, at grundarlag er fyri at royna eina semju millum partarnar

- Vit hava ikki fingið nakað tekin frá teimum um, at tey ynskja at taka samráðingarnar upp aftur.


Tað er greiða svarið frá Terje Sigurðsson, semingsmanni, tá hann verður spurdur um útlitini fyri, at Ljósmøðrafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið taka upp aftur samráðingarnar, aftaná at ljósmøðurnar hava verið í verkfalli í 11 dagar nú.


Semingsmaðurin vísir á, at sum nú er, brúka partarnir í ósemjuni tíðina til at vísa styrki, og enn er ógreitt nær annar parturin tekur stig til samráðingar.


Ósemjan millum partarnar snýr seg í høvuðsheitum um løn og vrakaði fakfelagið semingsuppskotið, ið varð lagt fyri partarnar 6. november. Tveir dagar seinni fóru allar ljósmøðurnar á føðideildini á Landssjúkrahúsinum í verkfall.