Eingi stevnumál

Tað er gott Norðoyastevnu veður, men í 1. hálvleiki er einki mál skorað í 1. hálvleiki í stevnudystinum millum KÍ og Skála.

Fleiri hálvir málmøguleikar hava verið. Fyrstu løtuna vóru Kristoffur Jakobsen og Heðin á Lakjuni í góðum støðum, uttan at tað eydnaðist teimum at skjóta mál fyri KÍ.

Sum hálvleikurin leið, kom Skála alt meiri fyri seg, uttan at tað tó eydnaðist at skjóta bóltin í málið aftanfyri landsliðsmálverjan Jákup Mikkelsen.