Eingi odds vera latin upp á føroyskan sigur á Luksemborg

Føroysku hondbóltskvinnurnar eru so stórir favorittar móti Luksemborg, at tað vera bara odds latin upp á javnleik og sigur til Luksemborg

Farna mikukvøld vann føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti stórsigur 34-16 (16-9) á Luksemborg í EM-undankappingardystinum á útivølli.

 

Liðini hittast aftur til EM-undankappingardyst í høllini á Hálsi í Havn, sunnudagin klokkan 17.

 

Góða føroyska avrikið niðri í Luksemborg hevur ført til, at eingi odds fáast frá altjóða veddingarfyritøkum upp á føroyskan sigur. 

 

Tríggjar veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin millum Føroyar og Luksemborg í høllini á Hálsi. Tað vóru fýra, men 1xBet hevur valt at strika oddsini upp á dystin.

 

Tær tríggjar altjóða veddingarfyritøkurnar lata odds upp á javnleik og upp á sigur til Luksemborg.

 

Miðaloddsini upp á sigur til Luksemborg eru so høg sum 31,67.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 34,33.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##