Í annaðkvøld klokkan 18 spælir føroyska U19 manslandsliðið í hondbólti fyrsta innleiðandi dystin í HM-endaspælinum í Kroatia.
Føroyar eru í bólki saman við Burundi, Iran og Svøríki.
Í dystinum í annaðkvøld klokkan 18 møta Føroyar Burundi. Hóskvøldið klokkan 18 er Iran mótstøðuliðið, og leygarkvøldið klokkan 18 er Svøríki mótstøðuliðið.
Føroyar eru so stórur favorittur móti Burundi, at eingin veddingarfyritøka letur odds upp á ein føroyskan sigur.
Veddingarfyritøkan Bwin letur oddsini 20,00 upp á ein sigur til Burundi, og oddsini 17,00 upp á ein javnleik. Teir hava eingi odds upp á ein føroyskan sigur.
Hvat fólk vita um er tað ikki komið fyri fyrr, at eitt føroyskt landslið í einum altjóða dysti hevur verið so stórur favorittur, at eingi odds hava verið upp á ein føroyskan sigur.