Eingi mál í KÍ

Steypavinnararnir í EB/Streymi hava í kvøld tryggjað sær pláss í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.

Úrslitið var 2-0 ímóti KÍ. Tíðliga í 1. hálvleiki skoraði Leif Niclasen til 1-0, og fram ímóti dystarenda økti Hans Pauli Samuelsen um munin til 2-0.

Síðsta hálva tíman vóru teir í EB/Streymi undirmannaðir, tí miðvallarin Bárður Olsen varð útvístur.

KÍ royndi at trýsta, og teir høvdu møguleikar, men teir vóru óneyvir, og málverjin hjá heimaliðnum var stinnur.

Spenningurin fór úr dystinum, tá ið Hans Pauli Samuelsen fekk bóltin frá KÍ verjuspælara, Hans Pauli streyk avstað og setti bóltin í málið.