Fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið er talan als ikki um leikbann hjá nøkrum liði, nú 12. umfar av Formula-deildini skal spælast. Soleiðis var 11. umfarið annað umfarið á rað, har dómararnir als ikki høvdu reyða kortið frammi, og tað í sjálvum sær er merkisvert. Fyrstu níggju umførini høvdu øll okkurt reytt kort á skránni. Tilsamans 19 reyð kort vóru givin í fyrstu 45 dystunum.
Tíðindi