Eingi leikaraummæli

Umstøðurnar, sum dysturin varð spældur undir, gera tað nærum ógjørligt at koma við nøkrum veruligum ummæli av avrirkunum hjá einstøku leikarunum

 

Landsdystur


Tá fótbóltslandslið okkara hevur verið í eldinum, hevur tað verið vanligt her á blaðnum, at vit hava givið leikarunum ummæli um, hvussu teir hava staðið seg á vøllinum.

Ymiskt er kanska, hvussu beinrakin hesi ummæli hava verið, men hóast alt hava vit alla tíðina valt at hildið fast um hetta.


Stóðu sum ein

Eftir dystin leygardagin er tó gjørt av, at á hesum sinni verða eingi leikaraummæli skrivað. Hetta er snøgt sagt gjørt av teirri orsøk, at umstøðurnar undir dystinum viðførdu, at metingargrundarlagið undir einum slíkum ummælið er alt ov tunt í hesum føri.

Tað kann tó staðfestast, at í tí lutinum, sum mest ráddi um leygardagin, stóðu allir leikararnir seg væl. Stríðsviljin og kropsstyrkin mundu vera fremstu vápnini hendan dagin, og her stóðu allir okkara seg sum ein maður. Sum dysturin leið, tóktist tað alt meira sjónligt, at tað vóru okkara, sum høvdu størsta yvirskotið í so máta, eins og tað eisini vóru okkara, sum sýndu størsta viljan at sigra. Bæði á mótstøðumonnunum og veðrinum.

Sum kunnugt gav hetta so eisini úrslit, soleiðis at vit fingu trý kærkomin stig til høldar, og ivaleyst leggja leikararnir meira í hetta, heldur enn í nøkur jánkaslig ummæli frá einum ítróttarskrivara.