Eingi kvæðaløg!

Tónlist

Fløgur

Blásarakvintett

Reykjavíkur


spælir føroyskan tónleik.

Pauli í Sandagerði:

Inntermezzo nr. 1 fyri blásarakvintett, Dialogorr fyri floytu og obo. Atli Petersen: Trio fyri floytu, klarinet og horn, Blásarakvintett. Kári Bæk: Hugleiðingar fyri blásarakvintett. Elegie og Humorresque fyri fagot og klaver. Kristian Blak: Stjørnur fyri blásarakvintett. Edvard Nyholm Debess: Báðumegin við fyri soloklarinet. Sunleif Rasmussen: Cantus Borealis fyri blásarakvintett. Teir, ið spæla eru: Blásarakvintett Reykjavíkur (Bernharður Wilkinson ? floyta, Daði Kolbeinsson ? obo, Einar Jóhannesson ? klarinet, Jósef Ognibene ? horn, Hafsteinn Guðmundsson ? fagot) og Guðríður Sigurðardóttir ? klaver.

Givið út hevur: BIS CD 1085. Spælitíð: 69?15.

Kostnaður 1.799,- ísl. kr.

Søluumboð: Japis.


Tað er ikki íslendskur gerandiskostur at hoyra tónar frá grannum okkara í ein landssynning, føroyingum, og vert er at geva tí gætur, hvussu fábroytt mentanarsamskiftið er ímillum hesar annars so tætt knýttu grannatjóðirnar. Undirritaði má eitt nú viðurkenna, at eg kendi einans eitt av tónaskøldunum á teirri nýggju fløguni hjá Blásarakvintett Reykjavíkur, Kristian Blak, ? ein sannroynd, ið eg als ikki eri erpin av.

Lurtarin verður fyrst og fremst bilsin av tí altjóða sniði, ið tónleikurin hevur. Onkursvegna roknar tú við, at tónleikurin hjá einari lítlari tjóð eigur at hava tjóðskaparlig eyðkenni. Útlendskir ummælarar leita, ið hvussu so er, eftir seríslendskum stevi, tá ið teir ummæla tónasmíð okkara og finna mangan tað, ið teir leitaðu eftir! Men á fløguni Cantus Borealis er ikki nógv, ið minnir um føroyskan dans ella tjóðskaparligt stev.

Pauli í Sandagerði (f. 1955) eigur her tvey vøkur verk, tað avbera vakra Intermezzo, við støði í jólaevangeliinum og Dialogorr, skemtiligt smáverk fyri floytu og obo. Trioin eftir Atla Petersen (f. 1963) er evarska stutt, men hon er eitt valaverk ? heilt ótrúligt, hvussu nógv rúmast á fýra minuttum! Blásarakvintettin hjá Atla frá 1991 er stuttlig og ljóðar væl. Byrjanin og endin bera brá av lívligum dansi, og miðparturin er mest sum ein vakur sangur uttan orð. Henda tríbýtta blásarakvintett er seks minuttir long, og eins og trioin avmyndar hon eina serliga og avmarkaða verð, ið er fullkomin og hvílir mest sum í sær sjálvari. Tú hómar eisini dans í verkunum hjá Kára Bæk. Tann seinni parturin av Hugleiðingum, Allegro energico, er ein lívligur »synkoperaður« dansur, ið skapar sterka mótsøgn við tann hugsunarsama fyrra partin. Elegie og Humorresque fyri fagot og klaver, eisini eftir Kára Bæk, eru sjáldsom verk innleidd av tungum og myrkum klavertónum og improviserandi fagotreglu. Tann seinni parturin, Humorresque, ber brá av løttum dansi. Upptøkan er knapt so rein sum í hinum verkunum, og tí er tann tungi rithátturin í klaverrøddini ikki nóg sjónligur. Verkið Báðumegin við eftir Edvard Nyholm Debess er skrivað fyri soloklarinet. Sera áhugavert og krevjandi verk fyri solistar, Einar Jóhannesson, ið spælir tað av einslystum. Kristian Blak eigur Stjørnur, eitt verk í fimm kapitlum, ið leiðir lurtaran út í himmalhválvið eina stjørnubjarta vetrarnátt. Undirritaði fleyg sum eitt fok út í hesa stjørnuverð saman við tónaskaldinum í einum lýsandi og fjølbroyttum verki. Fløgan endar við tittulverkinum Cantus Borealis eftir Sunleif Rasmussen. Sunleif rúmar eina serstaka tónaverð, og verkið er ein rannsóknarferð inn í ókendar víddir, har tú ikki ánar, hvat tú hevur í væntu. Tónalagið hevur spildurnýggjan dám (eitt nú koralin frá 8?03-9?40 (nr. 17), har sorgblíð oboregla sveimar yvir djúpari fagotrødd), og hetta hevur sera sterka ávirkan á lurtaran. Eitt glæsiligt verk.

Tá ið tú hevur lisið hesi orð, ert tú neyvan í iva um, at henda nýggjasta útgávan hjá Blásarakvintett Reykjavíkur hugtók meg. Tónleikurin er áhugaverdur og framførslan framúrskarandi. Vit vóru frammanundan varug við, at støðið hjá teimum fimm frálíku blásarunum er høgt, men eykapersónurin, Guðríð Sigurðardóttir, kemur eisini væl frá sínum leikluti sum klaverspælari. Kvintettin hevur spælt í samfull tjúgu ár, og tað sær ikki mætari út enn at teir hava funnið ein sameindan tóna ? um eitt tílíkt fyribrigdi yvirhøvur er til. Eg fegnist um, at hesin bólkurin, ein av okkara mætastu mentunarvarðum, stuðlar føroyskum tónlistarlívi so dyggiliga áleiðis út í alheimin. Innihaldið á fløguni ásannar, at hetta er í tøkum tíma.



Valdemar Pálsson.

(Úr Morgunblaðnum

5. mai 2000.

Þóra Þóroddsdóttir týddi) vit ikki vitja grannan, men vita alt um hvat slag av kynslívi amerikanski forsetin høsnast við.


Vit hava góðar fortreytir

Men hetta skulu vit ikki ræðast. Vit hava altíð livað við hesi avbjóðing. At verða partur av eini lítlari mentan, sum hevur yvirlivað ímóti øllum forsagnum, kann gerast eitt ómetaligt privilegium fyri framtíðina. Vit kenna heimin og heimsins mentanir væl betri enn tær flestu sonevndu "stóru tjóðirnar". Tí vit noyðast at kenna onnur fyri at yvirliva.

Okkara ungdómur dugir longu og fer at duga nógv heimsins mál og kennir aðrar mentanir. Á eini føroyskari uttanríkistænastu ella á einum føroyskum útflutningsvirki fer tað ikki at standa á at hava starvsfólk, sum hvør í sínum lagi kunnu samskifta á japanskum, týskum, sponskum, russiskum, portugisiskum ella arabiskum. Umframt sjálvsagt at duga norðurlendsku málini og enskt væl og virðiliga.

Vit vita, at vit hava ongantíð nóg mikið í okkum sjálvum. At vit mugu burtur fyri at koma heim ? eins og okkara sjómenn altíð hava gjørt, og tikið søgurnar úr Hong Kong, Grønlandi og Ný Foundlandi heimaftur til okkara mentanarliga førning.

Onki land kann í dag útbúgva alt sítt fólk ella byrgja útbúgving og gransking inni á dustutum stovnum. So okkara støða er nú vorðin alra støða. Vit skulu út í heim at útbúgva okkum, men mugu eisini bjóða okkara land og útbúgvingar til onnur.

Tað skal kanska ikki so nógv til, at vit hava nakað at bjóða úti í heimi innan gransking og útbúgving.

Nám eigur at vera eitt gullnám fyri Føroyar.


Høgni Hoydal

Landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum