Vesturheiminum nýtist ikki at stúra fyri, at Iran verður ført fyri at útvega sær kjarnorkuvápn tey fyrstu árini. Tað er niðurstøðan í einari nýggjari frágreiðing, sum ein viðurkendur granskingarstovnur í London hevur skrivað.
Stovnurin vil vera við, at iranar hava fleiri tekniskar trupulleikar at loysa, áðrenn teir kunnu taka nakað veruligt stig ímóti kjarnorkuvápnum, og at tað fer at taka fleiri ár at loysa hesar trupulleikarnar.
Í síðsta mánað gjørdi Iran av at taka sína kjarnorkuverkætlan uppaftur hóast hvøss mótmæli úr Evropa og USA. Eitt nú fóru iranar aftur undir at ríka uran, men ES og USA hava kravt, at teir skulu steðga hesum arbeiðinum í seinasta lagi tann 19. september. Gera teir ikki tað, fer trygdarráðið hjá ST at viðgera støðuna, og so kann væl henda, at tiltøk verða sett í verk ímóti landinum.
Nývaldi iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, segði fyri nøkrum døgum síðani, at hann hevur eina loysn við sær, tá hann seinni í mánaðinum fer á ST-toppfund í New York.