Hóast ListGraFo, felagið fyri grafisk listafólk, í átta ár hevur roynt at funnið innivist í Havn, er framvegis ikki borið á mál, og leiðslan í felagnum kennir seg illa viðfarna av kommununi.
ListGraFo vil vera við, at umframt at fleiri ferðir at hava givið følsk lyfti, hevur kommunan eisini framt sáttmálabrot, í og við at felagið hevði givið játtandi svar til leigusáttmála um gomlu evningshølini undir auluni í Finsen.
Aftrat evningsstovuni sigur felagið seg hava fingið onnur høli bjóðað - summi, sum ikki kundu brúkast, og onnur, har kommunan dróg í land aftur.
Gunnvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, sigur hinvegin, at málið er meira samansett enn so, og at felagið ListGraFo hevur verið ov avvísandi í mun til tær loysnirnar, ið kommunan hevur skotið upp.
Les meira um málið í Vikuskiftissosialinum.