Eingi grundstykki eftir í Kollafirði

Nú eru seinastu grundøkini í útstykkingini í Homrum í Kollafirði lutað út. Herfyri skrivaðu fólk seg upp til útlutanina, og í gjárkvøldið varð so drigið lut millum tey, sum sum meldaðu seg til lutakastið, og sum luku treytirnar fyri at fáa grundøki frá Tórshavnar kommunu.

 

Les eisini Tað loysti seg at lækka prísin munandi

 

Fyrstu 10 grundøkini í útstykkingini vórðu lutað út eftir gomlu skipanini við bíðilista. Tá ið øll á bíðilistanum høvdu fingið boðið grundøki í útstykkingini, vóru 12 grundøki eftir. Og hesi seinastu grundøkini vóru so lutað út í fríum lutakasti í gjárkvøldið millum øll, sum skrivaðu seg upp til lutakastið. Sostatt eru øll 22 grundøkini, sum Tórshavnar kommuna hevur stykkjað út í Kollafirði, lutað út.

 

Miðalstøddin á grundøkjunum í Homrum er 544 fermetrar, og kostnaðurin er 255.680 krónur.

 

Les eisini Stórur áhugi fyri grundstykkju í Kollafirði

 

Í næstum fer kommunan at luta út 43 grundøki út við Klingrutjørn á Argjum. Tann útlutanin fer fram eftir sama leisti sum seinastu 12 grundøkini í Homrum. Til ber at skriva seg upp til ta útlutanina seinni í ár.