Eingi greið mál fyri land og fólk

- Politiska landslagið er týðiliga merkt av, at løgtingsval nærkast, og at bíðað verður eftir stjórnarskifti, sigur Kristina Háfoss, løgtingskvinna.

Hvussu hevur árið 2014 verið?

 

- 2014 hevur verið eitt gott og hendingaríkt ár, men eisini eitt sera óstøðugt og ótrygt ár í altjóða høpi.

 

Hvat minnist tú best frá 2014?

 

- Fólkaatkvøðan í Skotlandi um fullveldi 18. september 2014 var ein søgulig og serstøk hending. Uttanlands eru tað hartil politisku spenningarnar millum Rusland og vesturheimin, Ebola-sjúkan, stríðið móti IS og ófriðurin í Sýria og Gaza, ið hava sett stóran dám á 2014.

 

Kristina Háfoss, løgtingskvinna, sigur, at á politiska víðvøllinum her heima hevur árið verið merkt av, at landsins stjórn - enn sum áður - ikki hevur nakað greitt mál fyri landið og fólkið. Politiska landslagið hevur verið týðiliga merkt av, at løgtingsval nærkast, og at løgtingsfólk og flokkar bíða eftir stjórnarskifti.

 

Løgtingskvinnan heldur, at hetta so sanniliga eisini er stórliga tiltrongt.

 

- Ósemjan við ES um býtið av markeli og sild var tó eitt politiskt mál, ið allir flokkar stóðu saman um í árinum, og sum eisini varð viðvirkandi til, at Føroyum eydnaðist at koma sera væl burtu rúr stríðnum. Eisini tyktist innrásin av Sea Shephard fólkum at hava eina savnandi ávirkan á føroyingar.

 

Kristina Háfoss vísir á, at ítróttarliga hava Føroyar staðið seg avbera væl, eitt nú við framúr úrslitum hjá Pál Joensen til EM og HM í svimjing og við sigrinum hjá fótbóltslandsliðnum á Grikkalandi.

 

- Á mentanarliga økinum hava verið eitt ótal av stórum uppllvingum. Skal ein einstøk veljast, má tað vera Terry’sa Saga, ið eg upplivdi á Tjóðpalli Føroya. Hetta var ein tann stuttligasta upplivingin í mínum lívi.

 

Hon sigur, at vinnuliga eru tað framúr úrslitini í alivinnuni og uppisjóvarvinnuni, ið hava sett sín dám á 2014, eins og framstig hava verið í ferðavinnuni, og hava Føroyar hartil tikið stór fet fram móti meira grønari el-framleiðslu við stórari vindmylllupark.

 

- Aftur í ár eru tað nógvu fólkini, ið gera eitt megnar arbeiði fyri at hjálpa teimum, ið hava trong fíggjarlig kor ella hava tørv á eini hjálpandi hond, ið seta týðiligan dám á árið. Hesi komi eg sanniliga eisini at minnast í árinum sum fór. Fari sjálvandi eisini at minnast 2014 fyri framúr góða summarveðrið. Hetta gav ótrúliga nógvar góðar upplivingar saman við børnunum og familjuni.

 

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?

 

- At gerast mostur – einaferð enn. Hetta var einastandandi. Eisini var tað ein serstøk uppliving at fara á ferð saman við foreldrum og syskinum við børnum fyri fyrstu ferð, síðan vit syskin eru vorðin vaksin. Hetta var í samband við, at pápi okkara fylti 65 ár. Og tað, at fáa møguleika at uppliva fólkið og samfelagið í Edinburgh, tá fólkaatkvøðan var í Skotlandi. Hetta var ein sera sterk uppliving, ið var til stóran íblástur.

 

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014?

 

- Nógvi ófriðurin kring heimin er tað, ið eg helst hevði ynskt, at heimurin slapp undan í 2014. Hetta er ófriður, ið hava kravt óteljandi mannalív og hevur skapt stóra sorg og stóran ótta. Kennist so óendaliga meiningsleyst.

 

Kristina Háfoss vísir á, at á politiska pallinum í Føroyum hava tíverri aftur í ár verið fleiri mál, ið hava undirgravað álitið á politisku skipanina. Best hevði verið, um hesi ikki vórðu veruleiki.

 

Hvat ynskir tú tær í 2015?

 

- Ynski sjálvandi øllum føroyingum eitt gott og gevandi ár við góðari heilsu og nógvum góðum løtum og upplivingum. Ynski eisini, at minni ófriður og størri tryggleiki fer at merkja heimin. Og eg ynski mær hartil, at vit sum skjótast fáa nýval og eina nýggja stjórn, sum fer at seta stór og savnandi mál fyri land, vinnu og fólk. Eina stjórn, ið vil og megnar at virka til frama fyri alt fólkið í Føroyum, sigur løgtingskvinnan.