Eingi frek klæði á Grammy

Tá amerikansku Grammy heiðurslønirnar verða handaðar fyri 55. ferð sunnukvøldið, skulu hyggjararnir ikki rokna við at síggja frek klæðir á senuni.

 

Í øllum førum hava allar kvinnurnar, sum skulu framføra til stóra showið, fingið en teldupost, um hvat tær skulu vera í á senuni sunnukvøldið.

 

Sambært heimasíðuni digitalspy.co.uk stendur millum annað at lesa í teldupostinum, at eingi bróst ella rumpur skulu síggjast undir framførslunum, og at klæðini skulu á ongan hátt vera frek.

 

Klæðir við áskrift, har reklamerað verður fyri onkrum ávísum, ella hava ein tekst á øðrum máli, skulu góðkennast av teimum hægstu handan Grammy showið áðrenn framførsluna.

 

Tær kvinnurnar, ið fara at framføra til Grammy handanirnar sunnukvøldið eru Alicia Keys, Rihanna, Taylor Swift, Kelly Clarkson og Carrie Underwood.