Uppskotið, sum Maria Damanaki, skuldi lata serligu nevndini, sum umsitur fiskivinnumál, í gjár er ikki vorðið til nakað kortini.
í uppskotinum skuldu vera ætlaðu handilsforðingarnar í sildatrætuni við Føroyar.
Keldur, sum portalurin hevur tosað við, siga, at tað merkir, at uppskotið neyvan kann samtykkjast tann 31. juli, sum annars var ætlanin, tí uppskotið skal liggja í nevndini í 14 dagar.
ES kann í serligum førum víkja frá tíðarfreistini, men tað er ósannlíkt, vilja álítandi keldur hjá Portalinum vera við.
Tí er tað nógv sum bendir á, at ES ikki fer at seta handilsforðingar íverk ímóti Føroyum um mánaðarskiftið.










