Eingi donsk vápn til Libya

Í danska Fólkatinginum er semja um, at Danmark skal ikki lata uppreistrarmonnunum í Libya vápn, soleiðis sum USA og onnur lond umhugsa at gera. Tey seinnu árini hava USA og Danmark drigið eina línu í fleiri viðurskiftum, men nú røddir eru frammi um at lata uppreistrarmonnunum í Libya vápn, eru amerikanarar og danir ikki samdir.

Amerikanska stjórnin hevur sagt, at USA umhugsar at lata uppreistrarmonnunum vápn til bardagan ímóti hermonnunum gjá Muammar Gaddafi, sum eru munandi betur útgjørdir.

Men í danska Fólkatinginum er semja um, at donsk vápn skulu ikki til Libya. Eitt er, at ST-samtyktin um Libya-átakið heimilar ikki tílíkum vápnaflutningi, og harafturat ivast danskir politikarar í, at tað yvirhøvur hevði hjálpt nakað.

Michael Aastrup, sum er verjupolitiskur framsøgumaður hjá Vinstra, sigur við DR, at hevði Danmark sent uppreistrarmonnunum vápn, hevði tað víst, at landið styðjar uppreistrarmenninar beinleiðis, og tað hevði Gaddafi kunnað brúkt ímóti dønum, sigur hann.

Verjupolitiski framsøgumaðurin hjá Sosialdemokratunum, John Dyrby Paulsen, sigur við danska kringvarpið, at danskur vápnastuðul til uppreistrarmenninar hevði drigið Danmark upp í borgarakríggið.