Eingi brotskøst

Tá plaseringsdystir verða á skránni á Cypros, skulu hesir avgerast. Men tað verður ikki við brotskøstum, um eingin avgerð fellur í vanligari ella longdari leiktíð

Ístaðin er talan um sonevnd útspæl frá málverjanum. Hetta fer fram soleiðis, at málverjin skal kasta bóltin til álopsspælara, sum rennur fram, og síðani skal hendan í mesta lagi taka trý fet, áðrenn skotið verður.

Talan er um nýggjan hátt at avgera dystir, og minnir hetta ikki sørt um frírennararnar, sum verða givnir í íshockey.

Um føroyska liðið endar í slíkari kapping, ber tó illa til at siga. Men reglurnar fyri hetta eru longu lætnar spælarunum, sum altso ikki nýtast at fyrireika seg alt ov nógv brotskøst.

-mørk