Sigling
Teir vóru fýra, sum í 1966 løgdu lunnar undir fyritøkuna, sum í dag kallast Frakt og Sandsølan í Runavík. Felagið byrjaði við sandbáti og sandsølu, og hetta er framvegis ein partur av virkseminum hjá ættarliðnum, sum í dag situr við stýrisvølin í fyritøkuni.
Í dag telir tann parturin, sum fevir um upptøku, flutning og sølu av sandi í Føroyum bert 5% av samlaða umsetninginum, meðan sigling og flutningur uttanlands telir hini 95%.
Jacob Højgaard, sáli og sonur hansara, Niclas, vóru millum stovnararnar, og nú eru tað fýra synir hjá Niclasi við Álvi Højgaard sum stjóra, ið reka fyritøkuna.
Her heima í Føroyum hevur felagið sandbátin Burgundiu, og í sigling uttanlands hevur felagið fimm størri og smærri skip.
Flotin veksur
- Nýggjastu skipini hjá okkum eru Hav Sund, sum vit í januar keyptu frá P/F Run í Runavík og Hav Tind, sum vit keyptu av Isle of Wight tíðliga í fjør heyst.
Álvur Højgaard sigur, at trý av skipunum, sum felagið eigur, eru í fastari sigling í Noregi, meðan tvey eru í fríari sigling.
- Einir 50 mans eru knýttir at okkara skipum, harav teir 46 sigla uttanlands. Hinir sigla við Burgundiu. Á skrivstovuni í Runavík eru vit trý.
Hann sigur, at fýra póllendingar sigla fyri Frakt og Sandsøluna, men annars er øll manningin føroysk, og øll skipini uttan Burgundia sigla undir FAS-skipanini.
Manningarnar eru seks vikur umborð og seks vikur í landi.
Eingin tillaging
Álvur Højgaard vísir á, at tað er einfalt at sigla undir føroysku altjóða skipaskrásetingini, men hetta er ikki haldbart í longdini, sum hann tekur til, tí skipanin er ikki nóg góð fyri okkara sjófólk.
- FAS-skipanin er ikki kappingarfør við eitt nú donsku og norsku skipaninar. Hon er ikki tillagað, og tí er tað ógvuliga trupult hjá skipum undir FAS at kappast við skip, sigla undir eitt nú DIS og NIS.
Álvur heldur kortini, at framtíðin teknar seg rímiliga væl hjá Frakt og Sandsøluni, og seinastu árini hevur bara gingið framá hjá felagnum.
- Men neyðugt verður heilt avgjørt at tillaga føroysku altjóða skipaskrásetingina, so hon gerst meira attraktiv og kappingarfør við aðrar skipanir um okkara leiðir, sigur stjórin í Frakt og Sandsøluni.