?Føroyskir Sosialistar? virka fyri stovnseting av føroyskum sosialistiskum tjóðveldi, sum er tann grundvøllur klassaleysa kommunistiska samfelagið skal byggjast á.
Spurningur mín er, um tit enn standa á hesum grundvøllinum. Tað kundi óivað eisini havt áhuga fyri javnaðarfólk at fingið at vita, nú onkur teirra so javnan leggur aðrar politikarar undir bæði líkt og ólíkt.
Fyri tjúgu árum síðan vóru tit væl og virðiliga komnir til mans, og tí kann skriving tykkara tá neyvan kallast ungdómslótir.
Um tit hava skift hugsan, sum ikki er nakað ónattúrligt, hví valdu tit so júst tann flokkin, sum tit í vælskrivaðum greinum og 1. mai dags røðum húðflettu. Javnaðarflokkurin er einki broyttur, annað enn at hann - eins og aðrir Javnaðarflokkar- er farin til høgru. Longur burtur frá grundvølli tykkara.
Onkur heldur tykkum hata tjóðskaparkensluna, tí tað var hon, sum gjørdi av við stýrini í Sovjetsamveldinum og eysturevropu.
Eg vænti mær svar frá tykkum.
Bergur Dam og Hans Pauli Strøm skylda óivað eisini veljarunum í Streymoynni eina frágreiðing.
Manne Persson