Einfaldir ferðafaldarar

At selja krevur serstakan
hugburð og mentalitet. Gestablídni er nakað heilt annað.

Føroyingar hava í

áravís roynt at ment eina ferðavinnu, men hetta endar altíð við

undanstøkkingum, sum t.d. gestablídni. Tí vit duga ikki at taka pening fyri tær

fáu tænastur, vit veita ferðafólki. Men støðan tykist versna, tí nú røkkur

gestablídni ikki longur sum umbering fyri, at vit ikki veita veruligar tænastur.


Mær tykir so

hjartaliga synd í ferðafólkunum, sum eru hoppað uppá límpinnin, eftir at hava

lisið eina lýsing ella ein faldara frá einum niðurløgdum ferða- ella

uttanríkisráð í Føroyum ella onkrari ferða- ella kunningarstovu.


Í Føroyum sita vit í stóran mun handan stongdar dyr og bíða eftir ferðafólki,

ið bara skulu syrgja fyri at leggja pening eftir seg, tá tey ómaka sær at vitja

hendanvegin. Men hvussu skulu ferðafólkini bera seg at?


Handlarnir hava

ikki opið, fyrr enn fyrraparturin er hálvrunnin. Er heilidagur ella bara

vikuskifti, so er støðan enn verri. Sunnudagar er stongt, har er onki at tosa

um yvirhøvur.

Ferðafólkini

ganga í sínum reyðu og gulu fjakkarajakkum og hyggja í myrkar handilsgluggar.


Eg veit, at

undantøk eru, men tað er ikki nóg gott, so longi sum hetta bert eru undantøk.


Skulu tey á WC,

gerst støðan hættislig, tí almenn WC eru ikki á hvørjum tanga. Soleiðis er tað,

hóast vit nú hava ment eina ferðavinnu í 30 ár.


Ferðafólk koma tí

í stóran mun bara koma til Føroya fyri at keypa eitt klisturmerki at seta á

nýggja autocamparan. Síðani fara tey víðari til Íslands. (Tað er óskiljandi, at

ferðaætlanin hjá hálvalmenna ferðamannaskipinum er løgd soleiðis, at hetta er

gjørligt.)


Higar koma fólk

í bili, á súkklu og við báti. Hvørt tað er sunnudagur, ella klokkan er farin av

17:00, tá tey steðga í Føroyum, hugsa tey ikki um. Men verri er, at føroyingar

hugsa heldur ikki um tað. Tí er ofta synd í ferðafólkum, ið mugu ganga tómligu

bygdagøturnar og banka uppá fyri at læna WC, og so sum bonus fáa ein kaffimunn

við heimagjørdum vaflum, tiðnaðar í mikroovninum.


Innan kl 10:00 er

ikki hugsingur um at keypa sær eitt plagg ella ein kaffimunn í Havn. Og á bygd

eru framvegis handlar, sum stongja í døgurðatímanum.


Føroyingar sita

og bíða, meðan jarðarknøtturin melur, og ferðafólkini mala í gøtunum, tí eingin

einfaldur faldari segði, at í Føroyum er nakað, sum eitur lokaltíð, og hetta pilkar

eingin við, um so hundrað fólk í reyðum og gulum regnklæðum steðga her í nakrar

tímar.


Stutt sagt. Vit

mugu taka betur ímóti ferðafólki. Ella mugu vit framleiða einfaldar faldarar, ið boða frá, at bert ferðafólk,

ið ikki renna á WC í tíð og ótíð, eiga at vitja hendanvegin, og at handlar bert

hava opið, tá teimum lystir.