Tað eru yvir 1300 føroyingar, sum arbeiða uttanlands ella sigla við útlendsum skipum.
Tað staðfesti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjármálum í Løgtinginum, tá ið spurningurin var til umrøðu um at skatta føroyingar sum arbeiða uttanlands, men sum búgva í Føroyum.
Hann staðfesti eisini, at hesir yvir 1300 føroyingarnir rinda yvir 100 milliónir í skatti til føroyska landshúsarhaldið.
Men hann segði eisini, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu hesir føroyingar í útlendskari vinnu, verða skattaðir.
Og takið verður at gera eina skattaskipan fyri teir, sum er nógv einfaldari.
-Ein føroyingur, sum arbeiðir á landi í Danmark ella Noregi, verður bara skattaður í Danmark ella í Noregi.
Men ein føroyingur, sum fer at sigla við donskum ella norskum fiskiskipi, verður bara skattaður í Føroyum.
Hinvegin verður ein føroyingur, sum fer við grønlendskum fiskiskipi, bara skattaður í Grønlandi.
Men fer ein føroyingur við einum skipi í frálandavinnuni, kemur hann undir tvær skattaskipanir.
- Siglur hann við norskum frálandaskipi í norskum øki, verður hann bara skattaður í Noregi, men fer tað norska skipið úr norskum sjógvi, skal hann bæði skattast í Noregi og partvís eisini í Føroyum.
- Hetta hevur elvt til stórar trupulleikar, tá ið talan er um skip, sum sigla inn og út úr norskum øki, tí so skal greiða fáast á, hvussu nógvir dagar, skipið hevur verið innanfyri og uttanfyri.
Jørgen Niclasen sigur, at tí hevur hann avgjørt at fara í dýpdina við hesum viðurskiftunum fyri at gera skipanirnar einfaldari.
Eitt nú heldur hann, at tað er burtur við at skatta føroyingar, sum sigla uttanlands, av ferðaútrreiðslunum ímillum Føroyar og skipið, hvar í verðini skipið ella arbeiðsplássið so er.
Hinvegin er hann ikki talsmaður fyri at avtaka tann fasta samdøgursfrádráttin, so at tað bara vera skjalprógvaðar útreiðslur, sum verða skattaðar, tí tað verður eitt hestaarbeiði hjá TAKS at kanna kvittanir av matstovum, hýruvognum, ferjum og tokum og hotellum og tað er hann ikki sinnaður til at áleggja skattavaldinum.










