Einfaldari at sleppa av við fløskur og blik

Nú verður tað eitt sindur einfaldari at sleppa av við tómar fløskur og tóm blikk í handlunum, bæí einnýtisíløt og íløt, sum verða brúkt aftur. Higartil hevur ymiskt pant verið á blikkum og fløskum, men frá í morgin verður bara tvey sløg av panti.

Frá í morgin fær ein sostatt tvær krónur aftur fyri øll tóm blikk og allar tómar fløskur upp á ein hálvan litur ella minni.

Samstundis fáast nú fýra krónur fyri tómar fløskur og blikk upp á ein hálvan litur ella meir.

Johanna Olsen á Umhvørvisstovuni sigur, at broytingin verður gjørd fyri at gera einfaldari bæði hjá handlum, sum taka ímóti tómum fløskum og blikkum og teimum, sum lata tómar fløskur og tóm blikk inn aftur í handlarnar.

Arbeitt verður eisini við at gera aðrar broytingar við tí endamáli at fáa fleiri tóm blikk og tómar fløskur inn aftur.

Sum støðan er nú kemur bara helvtin inn aftur ella gott tað, men endamálið er, at eini 85% av øllum fløskum og blikkum, sum seld verða, skulu verða latin inn aftur í handilin.

Og ætlanin er, at tað skal vera eitt beinleiðis krav til loyvishavararnar, bryggjarí og heilsølur, sum innflyta fløskur og blikk, at tey skulu tryggja, at 85% av tómu fløskunum og blikkunum verða latin inn aftur.

Í løtuni eru eini 10-11 loyvishavarar og í hesum sambandi verður neyðugt hjá teimum at skipa móttøkurnar betri.