Føroyahúsið var fríggja- og leygarkvøldið karmur um tvær sera væleydnaðar konsertir við føroyskum sangskrivaratónleiki Fríggjakvøldið vóru tað Rókur Jákupsson, Terji Rasmussen og Eivör Pálsdóttir á skránni. Og í kvøld vóru tað Høgni Reistrup, Jensina Olsen og Høgni Lisberg.
Fylgir ein eitt sindur við innan føroyskan tónleik, so veit man, at her er talan um nøkur av bestu og heitastu nøvnini á føroyska tónleikapallinum í løtuni.
Bæði kvøldini vóru væleydnað. Meðan hølini vóru proppfull fríggjakvøldið, var ikki meiri enn hálvfult í kvøld. Landsdysturin millum Danmark og Svøríki hevur uttan iva havt nakað við hetta at gera.
Men hóast tað, so var tað tónleikur á høgum støði, og komu øll, meiri ella minni, væl frá síni framførslu. Serliga vóru tónlistafólkini røsk at koma út um pallkantin. Nakað, sum ein mangan hevur saknað við føroyskum tónleikarum.
Sí myndarøð og les meiri um tiltakið í Sosialinum í komandi viku.









