Eindarlistin vil peika á Piu Olsen Dyhr sum forsætisráðfrú

Javnaðarflokkurin er farin úr reyða veingi, og tí er tørvur á nýggjari reyðari samgongu, heldur Eindarlistin í Danmark.

 

Formaðurin Eindarlistans á tingi, Peder Hvelplund, heldur at forkvinna í SF, Pia Olsen Dyhr, kundi verið uppløgd sum forsætisráðfrúuevni. Her síggjast tey bæði saman við politiska leiðaranum í Eindarlistanum, Mai Villadsen. (Arkivfoto). - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Eindarlistin nevnir nú ,møguleikan at peika á Piu Olsen Dyhr, forkvinnu í SF, sum floksins stjórnarleiðaraevni til næsta fólkatingsval.

Tað sigur formaður floksins á tingi, Peder Hvelplund, við Jyllands-Posten.

– Sum myndin er í løtuni, er tað greitt, at tað er nátúrligt, um tað verður ein sterk samgonga vinstru megin Javnaðarflokkin, og so hevur hon eisini sítt egna stjórnarleiðaraevni, sigur Peder Hvelplund.

Sambært Eindarlistanum er Javnaðarflokkurin og Mette Frederiksen, foræstisráðfrú, farin úr reyða veingi.

Tí sær flokkurin ein tørv á at skapa eina samgongu vinstru megin Javnaðarflokkin.

Sambært Peder Hvelplund e tað trupult at spáa um politiska landslagið, tá danir aftur skulu á fólkatingsval.

Men hann sigur við Jyllands-Posten, at hann heldur, at eitt samstarv millum teir reyðu flokkarnar í veruleikanum skal kunna bjóða Javnaðarflokkinum av til næsta val.

Beinleiðis spurdur um Mette Frederiksen enn er forsætisráðfrúuevnið hjá Eindarlistanum, svarar Peder Hvelplund, at tað er hon ikki, sum tað sær út nú.

Á fólkatingsvalinum fingu teir flokkarnir, sum vanliga eru mettir sum reyði vongur, meiriluta. Men Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, valdi í staðin at skipa stjórn saman við Vinstra og Moderatunum.

Peter Hvelplund sigur við Jyllands-Posten, at Pia Olsen Dyhr kundi verið uppløgd sum stjórnarleiðaraevni hjá Eindarlistanum.

Eindarlistin  kundi eisini peika á seg sjálvan, men SF stendur sterkari í tí kjakinum, tí tey eru størsti flokkur á reyða veingi, sigur Peder Hvelplund við Jyllands-Posten.

Í eini viðmerking til blaðið sigur forkvinnan hjá SF á tingi, Karina Lorentzen Dehnhardt, at flokkurin er samdur við Eindarlistanum í, at tørvur er á einum sterkum samstarvi.

Men flokkurin vónar enn, at Javnaðarflokkurin fer at brúka reyða meirilutan, og tí vil SF framvegis hava eina reyða stjórn við Mette Frederiksen á odda, skrivar hon til Jyllands-Posten.

/ritzau/

 

Formaðurin Eindarlistans á tingi, Peder Hvelplund, heldur at forkvinna í SF, Pia Olsen Dyhr, kundi verið uppløgd sum forsætisráðfrúuevni. Her síggjast tey bæði saman við politiska leiðaranum í Eindarlistanum, Mai Villadsen. (Arkivfoto). - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix