Hvussu fær ein persónur slíka makt? Vit liva í einum demokratiskum landi, har hvør einstakur frítt kann koma fram við síni meting og meining, uttan at vera bangin fyri avleiðingunum. Og kortini hendir tað, sum nú á Sandi, at ein maður sleppur at taka maktina, onkuntíð eisini so týðiliga til egnan persónligan fordeil, uttan at nakar talar at.
Í grundini er tað nattúrligt, serliga í einu lítlum samfelag sum í eini bygd, at tú kann vera bangin fyri avleiðingum fyri teg og tíni. Men tað er so umráðandi, at vit standa saman um fólkaræðið, soleiðis at tað virkar eftir ætlanini, at talað verður at, tá orsøk er til tess, og at vit ongantíð loyva einaveldinum.