Einasti munurin er starvsfólkið

Kendi danski sálarfrøðingurin, Lone Schilling Andersen, er í Føroyum í hesum døgum, og umframt eitt seminar á Hotel Tórshavn fríggjadagin, verður almenur fyrilestur í Miðlahúsinum hóskvøldið klokkan 19.30

Tað er Intrum Føroyar, sum hevur tikið stig til at fáa organisatións sálarfrøðingarnar Lone Schiller Andersen og Steen Liebmann at halda fyrilestrar við heitinum »Hvussu draga vit at okkum og varðveita bestu starvsfólkini«.

Sosialurin fekk orðið á fyrr nevndu og spurdi hana, hvat hon serliga tekst við.

Sum heitið sigur, er tað organisatións sálarfrøði, hon fæst við.

- Tá tú hevur tvær fyritøkur, sum fáast við tað sama, er einasti munurin starvsfólkið. Tí er tað so umráðandi, at leiðarin í fyritøkuni dugir at draga til sín tey dugnaligu starvsfólkini og halda fast við tey, sigur Lone Schiller Andersen.

Hon heldur ikki at tað er treytaleyst av tí góða, at leiðsluhátturin meiri og meiri gongur tann vegin, at demokratiið í alt ov stóran mun fær størri og størri pláss á arbeiðsplássunum.

- Tað er ikki altíð av tí góða, at ein leiðari ikki longur kann svara ja ella nei, men bara kann siga kanska, vísir Lone Schiller Andersen á.

Ein leiðari hevur eina ávísa makt yvir einari ávísari peningaupphædd og yvir starvsfólkinum í ein mun, og tá er tað av stórum týdningi, at hann megnar at útinna hesa maktina á skilagóðan hátt.

- Leiðarin skal skapa karmarnar, men tað er neyðugt, at fólk sleppa at virka innan fyri hesar karmarnar, sigur Lone Schiller Andersen.

 

Autoritet

Men eitt er sum leiðari at hava maktina, nakað heilt annað er at útstrála ein persónligan autoritet.

- Tað eru langt frá allir leiðarar, sum útstrála hendan persónliga autoritetin, og leiðarar ráða bert yvir starvsfólki í tann mun, starvsfólk lata hann, sigur Lone Schiller Andersen.

Tað ræður tí um hjá leiðaranum at duga at fáa starvsfólkið við, samstundis sum eingin ivi er um, hvør tað er sum ræður.

- Megnar leiðarin ikki at gera arbeiðið áhugavert, og hevur hann onga persónliga útstráling, so fer starvsfólkið bara onkra aðra staðni at arbeiða, har tað er meiri nøktandi, sigur Lone Schiller.

So tað, sum umræður, er, at kompetansan hjá starvsfólkunum verður viðlíkahildin og ment alla tíðina.

- Persónligur autoritetur merkir, at tú hevur arbeiðsligu ábyrgdina, men eisini eina pesónliga ábyrgd mótvegis starvsfólkunum. Tað er av týdningi, at tú finnur persónligu evnini hjá tí einstaka starvsfólkinum og megnar at menna tey, sigur Lone Schiller Andersen.

 

Hví, ikki hvar

Hon sigur, at leiðslu viðurskiftini eru nógv broytt seinastu árini.

- Tá leiðarar ikki viðurkenna, at makt eisini førir eina ábyrgd við sær, so verður ikki talan um ein góðan leiðara. Er hinvegin talan um ein leiðara, sum viðurkennir hetta, samstundis sum hann hevur ein persónligan autoritet, verður talan um ein góðan leiðara, sigur Lone Schiller Andersen.

Leiðsluformurin fyrr og nú er ógvuliga ólíkur. Fyrr var tað »kæft, trit og retning«, meðan leiðsluformurin í dag er meri liberalur.

- Tá leiðarin fyrr segði við starvsfólkið »hoppa«, so spurdu tey hvar. Í dag spyrja tey hví, sigur Lone Schiller Andersen.

Hon er – saman við Steen Liebmann – boðin til Føroya av Intrum Føroyar at halda fyrilestrar um, hvussu fyritøkur kunnu draga bestu starvsfólkini til sín, og hvussu tær kunnu varðveita hesi.

Fyrilestur fyri kundum hjá Intrum Føroyar verður á Hotel Tórshavn fríggjadagin, men almenningurin fær eisini høvið at hoyra hendan fyrilestur, sum tey bæði fara at halda í Miðlahúsinum hóskvøldið 20. november klokkan 19.30.