- Skulu vit ikki stovna okkara egna politiska flokk?
Tað skeyt Trygvi Bech upp á fundinum í gjár, har pensjónistarnir úr øllum landinum vóru savnaðir at mótmæla ætlanini hjá samgonguni at skerja grundupphæddina í fólkapensjónini.
Tað hevur fleiri ferðir verið talan um at pensjónistar eiga at stovna sín egna flokk til at røkja teirra áhugamál, tí teir eru so nógvir í tali, at ein pensjónistaflokkur kann av álvara fáa ávirkan á førda politikkin
Og á pensjónistafundinum í gjár, varð uppskotið sett fram av nýggjum
- Tað eigur at bera til at fáa ein politiskan flokk burtur úr 6000 – 7000 pensjónistunum, og tað er einasti máti at ræða politiska valdið upp á, helt Trygvi Bech.
Á fundinum varð enntá uppskot sett fram um, hvussu tann nýggi flokkurin skuldi eita.
- Hann skal eita Flokkur Teirra Fátæku Og Minni Mentu, skeyt Arndal Haraldsen, pensjónistur í Miðvági, upp.
- Við einum navni sum hesum, verða tað ikki bara pensjónistar, sum fara at fylkjast um tann flokkin, tí tað fara øll fátøk og minni ment.
- Um stutta tíð verða vit 7000 pensjónistar í landinum, og tá kunnu vit seta róður soleiðis, at vit stýra bæði Løgtingi og landsstýri við okkara atkvøðum, segði hann.