Einasta valevnið fekk 99,8 prosent

Í dag var forsetaval í Jemen. Tað er kanska ikki rætt at brúka orðið val, tí verandi varaforsetin, Abdrabuh Mansur Hadi, var tað einasta valevnið. Sambært almennu valnevndini høvdu 10,2 milliónir fólk valrætt, 6,6 milliónir vóru og atkvøddu, og 99,8 prosent av teimum atkvøddu fyri Hadi. Hann verður tikin í eið sum landsins forseti í morgin, og mánadagin verður hann formliga settur í embætið, sum einaræðisharrin Ali Abdullah Saleh hevur havt í mong ár.

Valið í Jemen í dag varð hildið sambært einari ætlan, sum USA og fleiri arabisk lond hava lagt, og sum bleiv sett í verk, tá Saleh gekk við til at fara frá eftir ófrið í fleiri mánaðir.

Teir flestu eygleiðararnir vænta, at tað verður friður í Jemen nú. Teir vísa á, at fleiri av teimum bólkunum, sum stóðu á odda fyri stríðnum ímóti Saleh, hava tikið undir við valinum í dag.