Einasta úrslitið

Í einasta flogbóltsdystinum í meistaradeildini um vikuskifitð vann ÍF tryggan sigur á Fleyr

Flogbóltur

Illveðrið sunnudagin viðførdi, at bert ein flogbóltsdystur varð leiktur sunudagin. Hesin var millum Fleyr og ÍF, har útiliðið ikki hevði fyri neyðini at sigla til dystin, og tó at tað helst hevur verið nakað illfýsið á vegnum, so tóktist hetta á ongan hátt at nerva fuglfirðingarnar, sum greitt greiddu sína skyldu móti Fleyr.
Sum tað kundi roknast við, so var alla tíðina munur á teimum báðum liðunum, sum hava lagt seg í hvør sín enda á stigatalvuni, og tó at Fleyr royndi at muta ímóti, so var mótstøðan snøgt sagt alt ov sterk.
Sum sagt, so viðførdi illveðrið, at allir hinir dystirnir í meistaradeildunum máttu útsetast. Ein dystur skuldi vera í Havn millum kvinnuliðini hjá KÍF og TB, og í Klaksvík skuldi Mjølnir spæla móti Drátti. Somuleiðis skuldu menninir hjá Mjølni og SÍ, men nú má FBF so finna nýggja dagfesting til hesar tríggjar dystirnar.