Einasta gongda leið er samstarv

Tað bert ein spurningur um tíð, nær Sjálvstýrisflokkurin fer at kunna rokna seg millum teir stóru á tingi. Einasta gongda leið er nevniliga samstarv tvørtur um politisku miðjuna, har ikki slepst undan hóvliga stig fyri stig politikkinum hjá Sjálvstýrisflokkinum, segði Kári P. Højgaard á landsfundi floksins leygardagin

Tíðin er farin frá øsingini um vinstra og høgra ella loysing og samband. Einasta gongda leiðin fram er samstarv, segði Kári P. Højgaard í formansrøðu sínari á landsfundi Sjálvstýrisfloksins, sum var í Klaksvík leygardagin. Í røðu sínari nam hann við umleypandi politisku viðurskiftini, sum hava tarnað politiska arbeiðinum og skatt umdømi føroyinga úti í heimi:

Trúvirði

Tað er alneyðugt fyri trúvirðið í politisku skipanini, at ein óheft kanning verður gjørd til tess at staðfesta, hvat veruliga hendi og hvør hevur ábyrgdina av, at samgongan varð skotin í skeljar á ein slíkan hátt, at tað gjørdist samrøðuevni í øllum Norðanlondum. Hetta segði Kári P. Højgaard millum annað í formansrøðu sínari á landsfundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum leygardagin.

Politiski sjómansskapurin

Hann segði, at síðani løgtingsvalið í januar hevur verið serstkaliga hurlut á brúnni á politisku skútuni. Fimm teir størstu flokkarnir hava ligið bakk teir níggju mánaðirnar síðani valið. Í drúgvari frágreiðing um politisku gongdina greiddi hann fundarfólkinum frá ósakligu samráðingunum, ið Sjálvstýrisflokkurin varð boðin við til. Úrslitið bleiv ein upp á kvamsvís undirskrivað samstarvsavtala, sum einki annað førdi til uttan nakrar fáar fundir.

Fíggjarkreppan

Kári P. Højgaard nevndi tey tiltøk, sum sett eru í verk fyri at tryggja peningakervið í Føroyum. Í sambandi við fíggjarkreppuna í Íslandi, rósti hann landsstýrinum, sum saman við andstøðuni hevur virkað fyri, at rætta grannatjóðini, Íslandi, eina hjálpandi hond. Hann nýtti høvi at bera fram eina hjartans tøkk til føroyingar frá íslendingunum, ið luttóku á norðurlandaráðsfundinum herfyri. Víðari segði Kári P. Højgaard, at tað var ein skarnsgerð, bretar framdu , tá teir løgdu Ísland út á almennu heimasíðu landsins við somu Freezing orders, sum teir nýta ímóti víðgongdum londum og yvirgangsfelagskapum sum Norður Korea, Taliban og Al Quaida.

Miðspjaðing

Landsfundurin var sum kunnugt í Klaksvík og Kári P. Højgaard nýtti høvi at nevna nøkur lokal viðurskifti. Hann segði, at stígurin, sum tykist vera í byggivirkseminum, vónandi fer at gera, at møguleikin er fyri at fremja nakrar av teimum stóru almennu verkætlanunum. Hann heldur, at verkætlanin við Trygdarmiðstøðini í Klaksvík eigur at raðfestast frammarlaga og vónandi verður ætlanin um at flyta virksemi hjá Taks úr næst- og triðstørsta býi í Føroyum slept, og at tað ístaðin verða tikin stig til at bøta verandi virksemi, har tað er í dag.

Fiskivinna

Kári P. Højgaard nevdni eisini Klaksvík og fiskivinnuna. Hann óttast fyri, at svíkur fiskivinnan, so er vandi fyri, at vit fara at fáa A og B kommunur, har liviumstøðurnar hjá borgarunum verður misjøvn frá eini kommunu til aðra.

Hann legði dent á, at alneyðugt at vit hava eina burðardygga fiskivinnu. Tí mugu vinnan, frøðin og politiska skipanin í tillagingartíðni fram til 2017 finna eitt felags stev til frama fyri eina burðardygga vinnu.

EFTA

Kári P. Højgaard heldur tað vera átaluvert, at partar av samgonguni leggja fótonglar fyri tilgongdini ímóti EFTA – limaskapi. Marknaðarmøguleikarnir mugu betrast og vit eiga at standa saman um at vinna Føroyum limaskap í EFTA.

Kommunusamanlegging

Um kommunusamanlegging segði Kári P. Højgaard, at Sjálvstýrisflokkurin tekur undir við størri kommunueindum. Hann vónar, at landstýrið og javnaðarflokkurin ikki missa hetta málið úr eygsjón, nú nýggju samstarvspartarnir eru Sambands – og Fólkaflokkurin.

Kommunur eiga at fáa møguleikan at ogna sær haga, sum liggur í útstykkingarøki. Hetta er neyðugt fyri at kommunurnar kunnu útvega nóg mikið av byggilendi, soleiðist at lættari verður hjá kommunum at langtíðarplanleggja.

Lestrarstuðul

Kári P. Højgaard mælir til, at lestrarstuðulsskipani verður endurskoðað og broytt. Sum er ber til at fáa 120 túsund krónur í lestrarstuðli árliga, um lisið verður uttanfyri Danmark. Men av tí, at okkara ungu eftir lokna útbúgving ikki koma heimaftur kemur útbúgvingin og vitanin ikki føroyska samfelagnum til góða. Tí eigur at verða umhugsað, at veita lán í staðin fyri stuðul, har tey sum venda heimaftur eftir útbúgving fáa lánið niðurskrivað rentu og avdráttarfrítt í nøkur ár, meðan tey sum búsetast uttanlands, fáa eina lagaliga avtalu um afturgjald av láninum. Á henda kundi útreiðslujáttanina til lesandi uttanlands lækka, samstundis sum meira peningur bleiv tøkur til víðarilesnað og gransking at brúka í Føroyum.

Útnorðurháskúlar

Formanskapurin í Útnorðurráðnum hevur nú avgjørt at taka stig til tess at fáa gongd á og mælir til, at ein nevnd verður sett ið skal arbeiða víðari við samtyktini sum grundarlag og kannar, hvar tørvurin er at seta á stovn norðurlendskar háskúlar. Allir teir seks politisku flokkarnir eru umboðaðir í Útnorðurráðnum og eiga sín stóra leiklut í hesi ætlan.

Fólkavaldur løgmaður

Kári P. Højggaard kom eisini inn á evnið um fólkavaldan løgmann og vísti á, at Sjálvstýrisflokkurin er einasti politiski flokkur, sum hevur hetta í síni stevnuskrá. Ásannandi leiklutin, samgonguleiðarin hevur í samgongusamráðingum, hevur gongdin seinasta árið staðfest, at tíðin nú er búgvin til at føroyingar fáa møguleikan at velja løgmann beinleiðis.

Í framgongd

At enda í formansrøðu sínari fegnaðist Kári P. Højgaard á framgongdina hjá flokkinum og vísti á, at Sjálvstýrisflokkurin stillar upp politiskt til kommunuval í Havn og Klaksvík. Eisini vísti hann á valevni floksins kring landið, ið eru á bæði á kvinnu og borgaralistum. Hann nevndi, at flokkurin eigur nógvar dugnaligar og framsóknar kvinnur, ið uttan iva koma at mynda Sjálvstýrisflokkin í komandi tíðum.