- Einasta endamálið var at kyrra journalistarnar

- Fólkaflokkurin hevur miðvíst roynt at niðurgjørt og avmonterað Kringvarpið, og stevningin er eisini eitt beinleiðis álop á Kringvarpið, heldur Sveinur Tróndarsson.

Tá Jørgen Niclasen valdi at stevna Kringvarpinum og portalinum fyri ærumeiðing, var tað helst bara fyri at fáa Kringvarpið og samgonguna at tiga, heldur Sveinur Tróndarsson, fyrrverandi tíðindaleiðari á portal.fo.

 

Fyrr í summar valdi Jørgen Niclasen at stevna Dia Midjord, Liljuni Weihe og Jan Lamhauge í Kringvarpinum, og Sveini Tróndarsson á portal.fo fyri ærumeiðing.

 

Síðani hevur so at siga einki verið at frætt um tollmálið, og við in.fo í dag sigur Liljan Weihe, at tey ikki hava fingið munnkurv, men at hon og Jan Lamhauge ikki kunnu standa á odda fyri tíðindaflutningi í sambandi við tollmálið, tí tað "gruggar" málið.

 

Sveinur Tróndarson heldur, at tá Jørgen Niclasen á hendan hátt velur at stevna bert fáar dagar áðrenn málið var fyrnað, er tað bert ein háttur at fáa arbeiðsfrið, og samstundis avmontera tíðindaflutningin í hesum sambandi.

 

- Fólkaflokkurin hevur miðvíst roynt at niðurgjørt og avmonterað Kringvarpið, og stevningin er eisini eitt beinleiðis álop á Kringvarpið, heldur Sveinur Tróndarsson.

 

Hann vísir kortini á, at søgan um tollmálið als ikki er liðugt viðgjørd, tí meðan málið koyrir í rættinum, fara journalistar helst at spyrja inn til viðurskiftini handan málið.

 

Samstundis heldur Sveinur, at summarfrítíðin helst hevur ávirkað soleiðis, at málið ikki hevur verið í miðlunum.