Einar til Portugal

Saman við ungdómsliði hjá Aberdeen skal runavíkingurin í altjóða kapping í Portugal

Royndarvenjing

Ein av nýggjastu stjørnuskotunum í føroyskum fótbólti er uttan iva vinstri bakkurin hjá NSÍ, Einar Hansen.
Hann hevur í ár veruliga bitið seg fastan á besta liðið hjá NSÍ, men spurningurin tykist nú vera, hvussu leingi hann sleppur at vera í felagnum. Í øllum førum tykist nú standa greitt, at NSÍ má vera spælaran fyri uttan nakrar viku í juli mánaði.
Skotska Aberdeen hevur nevnliga sýnt stóran áhuga fyri Einari, og í summar er hann boðin við til altjóða fótbóltskapping, har skotarnir taka lut. Hendan verður í Portugal, har Aberdeen skal spæla fimm dystir, og Jákup í Stórustovu, umboðsmaður, váttar, at Einar ætlandi verður partur av hesum dystum.
Jákup leggur tó dent á, at enn er talan ikki um nakra royndarvenjing sum so. Skotarnir hava havt ynski um at síggja føroyska spælaraan í nøkrum dystum, og hetta fáa teir so høvi til í kappingini í Poprtugal.