Einar's Gin á ólavsøku

Einar's Gin frá Føroya Bjór verður fyrstu ferð selt alment til ólavsøku í ár, og tað verður Rúsdrekkasøla Landsins sum selur.

Tá floksmannadagur var í Hattarvík seinasta leygardag, tóku kokkur og hjálparfólk ímóti gestunum, tá tey komu aftur av gongutúri.

 

Kjøtið, sum hevði verið niðurgrivið og hevði staðið og stokt í nakrar tímar, varð nú uppafturgrivið, meðan fólk stóðu og hugdu at, og síðan varð borðrreitt.

 

Afturvið kjøtinum fingu gestirnir eisini føroyskt framleiddan Gin-snaps og serframleidda Floksmannabjór, kryddað við góðum føroyskum urtum.

 

Hetta var fyrstu ferð, at Einar's Gin frá Føroya Bjór varð skonkt, og soleiðis kunnu vit siga, at nýggja bryggið her hevði sína primieru á floksmannadegnum.

 

Í Hattarvík greiddi stjórin í Føroya Bjór, Einar Waag, frá virkseminum hjá fyritøkuni í Klaksvík, og Ingvar Joensen, stjóri, greiddi eisini frá virkseminum hjá Tavuni, sum í Hattarvík borðrreiddi við sild og brislingi.

 

Johan Mortensen, íbirtari, veit at siga, at Einar's Gin frá Føroya Bjór fyrstu ferð verður selt alment til ólavsøku í ár, og tá verður føroysk gin, kryddað við føroyskum urtum, at fáa hjá Rúsdrekkasølu Landsins.