Føroyar eru eitt lítið samfelag, og tí eru vit í eini sera harðari og støðugari kapping við umheimin. Tí mugu tiltøk setast í verk, fyri at tryggja, at tað føroyska samfelagið og tann føroyska vinnan kunnu gerast meira kappingarfør.
Vit skulu gera eina heildarætlan fyri føroyskan fólkavøkstur og sjálvandi fremja hana í verki. Hetta skal gerast saman við serkønum fólki á teimum ymisku økjunum.
Vit mugu og skulu styrkja og menna Setrið. Hetta umfatar bæði verandi og nýggjar útbúgvingar. Hetta skal gerast í tøttum samstarvi við leiðsluni á Setrinum.
Vit skulu raðfesta gransking. Gott hevði verið um vinnulig gransking kundi fingið størri upphædd at granska fyri. Ein máti at gera hetta uppá er saman við vinnuni. Eitt uppskot er, at vinnan og tað almenna í felag kunnu stuðla vinnuligari gransking við eins stórum upphæddum.
Vit mugu somuleiðis leggja størri orku í at forhandla við ES. Okkum tørvar fleiri fríhandilsavtalur, so føroyska vinnan kann sleppa framat ES-marknaðinum.
Hetta er ein tíðandi partur fyri at styrkja okkara støðu í alheimsgeringini.
Sigga Óladóttir Joensen.
Valevni fyri Javnaðarflokkin










