Einar Jóhannesson á vitjan

Kendur íslendskur klarinettleikari vitjar Konsertfelagið

Ein av fremstu solistum íslendinga klarinettleikarin Einar Jóhannesson kemur á vitjan higar og fer at hava tvær konsertir í Føroyum saman við Jóhannes Andreasen.

Teir spæla í Trongisvágs skúla hósdagin 3. feb. kl. 20.00 og í Norð-urlandahúsinum leygardagin 5. feb. kl. 16.00.

Skráin er vælvald við einari klarinettperlu fyri og aðrari eftir. Á skránni eru at finna nýskapandi verk sum tað eftir pólendingin Witold Lutoslavski, sum nevnist Dansi forspøl. Fimm stykkir bygt á polskan fólkatónleik og so tað eftir íslendingin Áskell Másson »Blik« fyri soloklarinett frá 1979, har modernaði tekniskar snildir verð anýttar. Sum kontrast til Lutoslawski eru fýra íslendsk tjóðløg í útsetingum eftir fýra ymisk tónaskald.

Tvey av høvuðsverkunum úr klarinettliteraturinum eru eisini við, bæði eftir fronsk tónaskald sonaturnar eftir ávíkavist Francis Poulenc og Camille Saint-Saens. Bæði verkini eru sera vøkur og krevjandi, tó als ikki tung at líða á. Saint-Saens er inniliga romantiskur, meðan Poulenc við sínum nýklassiska tónalagi á ein tølandi hátt førir okkum inn í tað nýggju tíðina í 20-aldar tónleiki.

Leikni virtuositetin goymir Einar til seinast í eini ørum tekniskum meldri av tónum, Fantasi eftir Donato Lovreglio yvir operuna »La Traviata« eftir Giuseppi Verdi.

Einar Jóhannesson helt til London at læra John McCow eftir lokið nám heima í Reykjavík. Á námsárunum á The Royal College of Music vann hann sína fyrstu virðisløn uppkalla eftir navnframa klarinettistinum Frederick Thurston. Seinni eru fleiri virðislønir komnar, sum Menuhin og Sonning virðislønir.

Fyrst í áttati árunum flutti hann aftur til Íslands til at taka við starvinum, sum soloklarinettistur í íslendska symfoniorkestrinum. Harafturat hevur hann verið sera virkin sum solistur, limur í Blásarakvintett Reykjavíkur, Trio Borcalis og fleiri øðrum samhangum. Hann hevur innspælt ein hóp av fløgum og hópin av verkum hava verið komponeraði beinleiðis til hansara.

Enska dáman Pamela Weston hevur skriva tríggjar bøkur um klarinettleikarar alt frá tí at heimildir finnast frá upphavi ljóðførisins í byrjanini av 18. øld.

Í nýggjastu útgávuni sum umhandlar klarinettleikarar frá okkara tíð, telist Einar millum teir fremstu.

Heiðurin og útfordringina at spæla undir hjá Einari hevur okkara maður klaverleikarin Jóhannes Andreasen fingið.

Neyvan kann sigast annað at Einar stólar á kynstur Jóhannesar, tí venjingartíðin teir fáa saman verður stutt. Men soleiðis arbeiða professionellir tónleikarar saman. Jóhannes hevur sína musikalsu bakgrund í Tórshavn, Wien og London.

Lat ikki hesa konsert gleppa tær av hondum. Einar og Jóhannes lata ongan fara órørdan og tómhentan heimaftur.

Norðurlandahúsið skipar soleiðis fyri, at atgongumerkið til konsert við Einar Jóhannesson og við Hanus og Aldubáruni er galdandi til báðar konsertirnar.