Einaræðisharri stillar upp

Sjálvt um Efraim Rios Montt er skuldsettur fyri fleiri grov lógarbrot, meðan hann var einaræðisharri í Guatemala í 1982 og 1983, hevur hægstirættur í landinum nú loyvt honum at stilla upp til forsetavalið, sum verður í heyst.

Av teimum sjey hægstarættardómarunum atkvøddu fýra fyri at loyva honum at stilla upp, men hinir tríggir atkvøddu ímóti. Mannarættindafelagsskapir hava mótmælt avgerðini.

Rios Montt var forseti í hálvt annað ár í 1982 og 1983. Hann stýrdi landinum við harðari hond, til hann varð koyrdur frá. Í 1990 og í 1995 royndi tann gamli generalurin at sleppa at stilla upp til forsetaval, men fekk ikki loyvi til tess. Fyri fýra árum síðani valdi hann at styðja núverandi forsetan, Alfonso Portillo, og í heyst fer hann so at royna sjálvur.